Vegleiðing til linsur

Tað er týdningarmikið, at tú passar væl upp á eyguni og linsurnar, tá tú brúkar linsur.

Kunnu øll brúka linsur?

Næstan øll kunnu brúka linsur. Bæði tí at tær gerast betri alla tíðina, og tí næstan øll sjónbrek kunnu rættast við linsum nú á døgum.

Hevur tú ikki nýtt linsur fyrr, mást tú bíleggja tær eina tíð hjá optikara, áðrenn tú bíleggur linsur hjá okkum. Um tú onkursvegna ikki kanst brúka linsur, so sigur optikarin tað við teg. Tá skalt tú halda teg til tað, sum verður viðmælt.

Hvussu skal eg handfara linsurnar?

Tú skalt altíð vaska hendurnar áðrenn tú koyrir linsurnar í, og tá ið tú tekur tær úr aftur.

Vit mæla til, at sápan ikki inniheldur oljur, fríðkanarløg (lotion) og luktilisi.
Nýt eitt reint handklæði, ið ikki fnuggar, ella pappír.

Brúka fingrasnippin til at koyra linsurnar í eygað. Ansa eftir við neglum og hvøssum lutum.

Tryggja tær, at linsan er rein, vát og heil, og at hon vendur rættan veg.

Soleiðis koyrir tú linsur í

Set linsuna ytst á fingrasnippin, antin á fremstafingur ella longutong, og brúka ta hond, tú skrivar við.

Toga niðara eygnalokið niður – antin við fremstafingri ella longutong á somu hond, og brúka fremstafingur ella longutong á hinari hondini til at halda eyganum opið.

Minst til – ikki blunka.

Brúka spegl, og hygg beint á tað eygað, sum linsan skal setast í. Set linsuna helvt um helvt inn á niðara part av lithinnuni og tað hvíta í eyganum beint undir lithinnuni.

Hygg nú niður, slepp eygnalokunum og blunda spakuliga.

Tað hevur týdning, at ongar luftbløðrur eru undir linsuni. Hesum slepst undan við at trýsta heilt spakuliga á linsuna ella flyta hana varliga aftur og fram á eyganum, tá ið hon er komin í. Tú mást ongantíð gníggja eygað.

Soleiðis tekur tú linsur úr

Um tú vilt, kanst tú brúka spegl, tá ið linsurnar skulu takast úr.

Hygg upp og toga niðara eygnalokið niður, eins og tá ið tú koyrdi linsurnar í.

Brúka fremstafingur til at flyta linsuna niður um lithinnuna.

Tak um linsuna við tummil- og fremstafingri á hinari hondini, trýst hana saman og tak hana úr.

Annað

 
Tú mást ongantíð sova við linsum – uttan so, at talan er um døgnlinsur, og optikarin hevur góðtikið, at tú kanst brúka hesar linsurnar.

Skift regluliga linsuílat.

Fyll ílatið við nýggjum vatni, hvørja ferð tú reinsar linsurnar.

Skola ílatið við reinsivesku, tá ið tú hevur koyrt linsurnar í, og lat tað lufttorna.

Brúka ikki linsurnar longur, enn optikarin hevur viðmælt tær.

Um eyguni eru reyð og irriterað, mást tú ikki koyra linsur í.

Og um tú fært trupulleikar av slíkum slag sum omanfyrinevndu, og tú hevur linsurnar í, so tak tær úr beinanvegin.

Linsuveskur

Linsuveskur verða brúktar til at skola, reinsa, sóttreinsa og goyma linsur í.

Sum øll onnur tilevnað evni, verða linsurnar hjá tær útsettar fyri ágangi av smáverum í tí dagliga, og um hesar ikki verða reinsaðar burtur við linsuvesku, kunnu tær seta seg fastar og káma linsun. Ella tær gera, at hon ikki følist líka væl, sum hon hevði gjørt, um hon var rein. Vandi kann eisini vera fyri, at hetta kann elva til bruna, og um illa vil, skaða eygað. Tí er tað sera umráðandi, at tú reinsar linsurnar væl við linsuvesku, sum er sergjørd til linsurnar hjá tær, og sum eygað hjá tær hevur tað best við.

Tú mást ongantíð skola linsurnar við vatni úr krananum, tí tað kann innihalda smáar partiklar, kemisk evnir ella smákykn, ið kunna vera skaðilig fyri eyguni.

Vanligt saltvatn, keypt ella heimagjørt, og destillerað vatn reinsa ikki linsurnar og eigur ei heldur at verða nýtt.

Linsur og smyrsl

Set altíð linsurnar í, áðrenn tú smyrt teg, og tá ið smyrslið skal av aftur, skulu linsurnar úr áðrenn. Nýt tá reinsukrem/evni, ið ikki inniheldur oljur, men sum er grundað á vatn.
 
Best er at nýta vatnfasta maskaru ella eina, sum er serframleidd til teirra, ið nýta kontaktlinsur. Maskara, ið ger eygnahárini tjykkri og longri, er ikki egnað at nýta saman við kontaktlinsum.
 
Kolstift má ikki smyrjast á tann váta kantin millum eygnahárskantin og eygað.
 
Brúka ikki smyrsl, ið inniheldur glitur, tí glitur kann koma í eyguni ella á linsurnar.
 
Mælt verður frá, at læna øðrum maskaru ella sjálv at læna frá øðrum. Hetta fyri at sleppa undan spjaðing av møguligum bakterium.
 
Um hársprey verður nýtt, hav so eyguni afturlatin – ella betri: set linsurnar í aftaná, at tú hevur nýtt hársprey.

Aðrar greinar