Dátuverndarpolitikkur hjá Optika
1. útgáva.
Dagfest 19.04.2023

Optika er dátuábyrgdari av øllum persónsupplýsingum, sum vit savna um teg. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar sambært galdandi lóggávu.
Hesin dátuverndarpolitikkur lýsir hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar, hvørja heimild vit hava til at viðgera tær, og hvussu leingi tær verða goymdar.
Hevur tú spurningar um tíni rættindi, ella okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Optika FA
Jóannesar Paturssonargøta 5
100 Tórshavn
Telefonnummar:  +298 510015
Teldupostur: optika@optika.fo

Vitjandi á heimasíðuni

Endamál:
Vitjandi á heimasíðuni kunnu verða sporað umvegis kennifílur (cookies), sum savna upplýsingar um tólið (teldu/teldil/snildfon) hjá vitjandi. Heimasíðan nýtir einans kennifílur sum eru neyðugar fyri at skipanin virkar. Ongar kennifílur verða settar, sum skráseta persónsupplýsingar.

Varðveitslutíðarskeið:
Kennifílur verða strikaðar eftir at sessiónin er lokað.


Skráseting og keyp umvegis nethandilin

Endamál:
Neyðugt er at viðgera ávísar persónsupplýsingar, so at kundar hjá Optika kunnu skráseta seg sum brúkara og keypa vørur umvegis nethandilin.

Hvat verður skrásett:
Navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar, umframt viðkvæmar persónsupplýsingar, herundir heilsuupplýsingar.

Heimild:
Dátuverndarlógin, §8, stk. 1, nr. 6: Viðgerðin fer fram til tess at vit kunnu fylgja okkara heimilaða áhugamáli, sum er at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu. Vit tryggja, at áhugamálini hjá okkum ikki ganga fram um rættindini hjá tí skrásetta.
Dátuverndarlógin, §12, stk. 1, nr.1: Viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum, herundir heilsuupplýsingum, er loyvd, tá skrásetti gevur Optika nágreiniligt loyvi til at viðgera hesar.

Móttakari av persónsupplýsingum:
Persónsupplýsingar verða sum meginregla ikki latnar víðari til aðrar partar, men í ávísum førum nýta vit KT-veitarar til flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Í slíkum førum hava vit tryggjað, at hóskandi dátuviðgerðaravtalur eru gjørdar við veitaran.
Í ongum førum verða viðkvæmar persónsupplýsingar latnar víðari til marknaðarføringsendamál.

Varðveitslutíðarskeið:
Upplýsingar um kundar vera varðveittar í 5 ár, eftir seinastu innritan. 30 dagar áðrenn tíðarskeið er liðið, fær kundin boð um, at upplýsingar verða strikaðar, um kundin ikki ritar inn aftur innan 30 dagar.


Sjónkanning

Endamál:
Optika bjóðar kundum sínum sjónkanning. Kundar kunnu bíleggja tíð til kanningar á heimasíðuni hjá okkum, ella við at venda sær til okkum umvegis telefon ella teldupost.

Hvat verður skrásett:
Navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar, umframt viðkvæmar persónsupplýsingar, herundir heilsuupplýsingar.

Móttakari av persónsupplýsingum:
Persónsupplýsingar verða sum meginregla ikki latnar víðari til aðrar partar, men í ávísum førum nýta vit KT-veitarar til flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Í slíkum førum hava vit tryggjað, at hóskandi dátuviðgerðaravtalur eru gjørdar við veitaran.

Heimild:
Dátuverndarlógin, §8, stk. 1, nr. 6: Viðgerðin fer fram til tess at vit kunnu fylgja okkara heimilaða áhugamáli, sum er at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu. Vit tryggja, at áhugamálini hjá okkum ikki ganga fram um rættindini hjá tí skrásetta.
Dátuverndarlógin, §12, stk. 1, nr.1: Viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum, herundir heilsuupplýsingum, er loyvd, tá skrásetti gevur Optika nágreiniligt loyvi til at viðgera hetta.

Varðveitslutíðarskeið:
Upplýsingar um kundar vera varðveittar í 5 ár eftir seinastu kanning.


Veitarasamstarv

Endamál:
Fyri at samskifta við veitarar hjá Optika er neyðugt at goyma upplýsingar um veitarar og í ávísum førum starvsfólk hjá veitarunum.
Upplýsingarnar verða savnaðar beinleiðis frá veitarunum ella starvsfólkunum hjá veitarunum.

Hvat verður skrásett:
Navn, teldupostur, telefonnummar, starvsheiti, felag.

Móttakari av persónsupplýsingum:
Persónsupplýsingar verða sum meginregla ikki latnar víðari til aðrar partar, men í ávísum førum nýta vit KT-veitarar til flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Í slíkum førum hava vit tryggjað, at hóskandi dátuviðgerðaravtalur eru gjørdar við veitaran.

Heimild:
Dátuverndarlógin, §8, stk. 1, nr. 6: Viðgerðin fer fram til tess at vit kunnu fylgja okkara heimilaða áhugamáli, sum er at røkja samstarvið við okkara veitarar. Vit tryggja, at áhugamálini hjá okkum ikki ganga fram um rættindini hjá tí skrásetta.

Varðveitslutíðarskeið:
Upplýsingar um veitarar, og tilhoyrandi upplýsingar verða strikaðar eftir 5 ár.
Í serligum førum kunnu upplýsingarnar verða goymdar í eitt longri tíðarskeið.


Starvsumsóknir

Endamál:
Starvsumsóknir kunnu verða sendar Optika, sum umsøkjari sendir inn av sínum eintingum, ella eftir eitt starv er lýst leyst at søkja.

Hvat verður skrásett:
Navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar hjá umsøkjara. Harafturat kann umsøkjari senda aðrar upplýsingar, sum kunnu vera viðkomandi fyri umsóknina.

Heimild:
Dátuverndarlógin, §8, stk. 1, nr. 6: Viðgerðin fer fram til tess at vit kunnu fylgja okkara heimilaða áhugamáli, sum er at viðgera og meta um starvsumsóknir. Vit tryggja, at áhugamálini hjá okkum ikki ganga fram um rættindini hjá tí skrásetta.

Móttakari av persónsupplýsingum:
Persónsupplýsingar verða sum meginregla ikki latnar víðari til aðrar partar, men í ávísum førum nýta vit KT-veitarar til flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Í slíkum førum hava vit tryggjað, at hóskandi dátuviðgerðaravtalur eru gjørdar við veitaran.

Varðveitslutíðarskeið:
Hevur Optika lýst eitt starv leys at søkja, verða allar upplýsingar strikaðar eftir at starvið er sett.
Sjálvbodnar starvsumsóknir og tilhoyrandi upplýsingar verða strikaðar eftir 5 ár.


Flutningur av persónsupplýsingum til triðjaland

Persónsupplýsingar verða sum meginregla ikki fluttar til triðjaland frá Optika. Vit kunnu tó brúka KT-skipanir og veitarar, sum fremja viðgerð av persónsupplýsingum í triðjalandi, herundir USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at nøktandi avtalur eru gjørdar við hesar veitarar samsvarandi standardásetingunum (SCC) frá ES-kommissiónini, sum veita fullgóða trygd.


Dátuvernd

Vit hava sett bygnaðarlig og tøknilig tiltøk í verk til tess at tryggja, at allar persónsupplýsingar og aðrar upplýsingar um kundar okkara verða goymdar á ein tryggan hátt. Somuleiðis hava vit regluligt eftirlit við okkara egna kervi, og tryggja, at ásetingarnar í Dátuverndarlógini eru hildnar.


Tíni rættindi

Tú hevur ávís rættindini, sum Optika er álagt at halda, sambært Dátuverndarlógini.

Við at seta teg í samband við okkum, kanst tú:

  • Fáa innlit í hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera um teg
  • Rætta tínar persónsupplýsingar
  • Strika tínar persónsupplýsingar
  • Avmarka viðgerðina av tínum persónsupplýsingum
  • Krevja flutning av tínum persónsupplýsingum
  • Mótmæla viðgerð av tínum persónsupplýsingum


Tú kanst til eina og hvørja tíð taka aftur títt samtykki fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum, tá títt samtykki er grundarlagið fyri okkara viðgerð.


Samband

Hevur tú spurningar til tínar persónsupplýsingar, ella um tú ynskir at nýta tíni rættindi, sum tey standa omanfyri, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Optika FA
Jóannesar Paturssonargøta 5                                                            
100 Tórshavn                                                                
Telefonnummar:  +298 510015                                                    
Teldupostur: optika@optika.fo


Kæra

Ynskir tú at kæra viðgerðina av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum umvegis teldupost á optika@optika.fo. Kæran verður síðani viðgjørd, og vit venda okkum aftur til tín innan fýra vikur.

Somuleiðis hevur tú rætt til at kæra okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum til Dátueftirlitið. Nærri kunning sæst á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.


Undirveitarar

Listi av okkara undirveitarum:

Nema
KT-útgerð og skipanir
Føroyar
www.nema.fo

Sendistovan
Heimasíða
Føroyar
www.sendistovan.fo

Microsoft
Teldupostskipan
USA
www.microsoft.com

Dynamic Web
Nethandil
Danmark
www.dynamicweb.dk

OptikIT
Journal- og bókingarskipan
Danmark
www.optikit.dk