90 linsur/eskja
Dailies Total 1 er tann nýggjasta eindags-linsan frá Ciba Vision.
Uppbygnaðurin av linsuni er so, at vatnið inni í linsukjarnuni veksur frá 33% til 80% uttast á linsuflatuni. Hetta hevur stóran týdning, tí tað ger, at linsan “andar” betur og at størri nøgd av ilt sleppur fram at hornhinnuni. Linsan kennist ikki líka skjótt turr, sum aðrar eindagslinsur ofta gera, tá ið nógvir tímar eru farnir, og eisini glíða eygnalokini betur eftur linsuni.
Við øllum sínum fyrimunum er Dailies Total 1 tann besta eindagslinsan á marknaðinum í løtuni, tí hon kennist sera góð og frísk tað mesta av degnum.
Linsan finst einans í minus.
Eindagslinsur kunnu brúkast í ein dag og mugu beinast burtur aftan á nýtslu.
Fylg altíð ráðunum frá autoriseraða linsuoptikara tínum um nýtslu og handfaring av linsunum.