6 linsur/eskja
Acuvue Oasys for Astigmatism er ein torisk døgn- ella 2-vikulinsa, sum rættar bygningsfeil (astigmatismu) í eyganum.
Linsan er framleidd úr einum silikonevni, Hydoclear, sum hevur vætubindandi eginleikar. Tað gevur eygunum eyka ilt og hevur við sær, at linsan er góð at hava í - og eyguni síggja hvít og náttúrlig út allan dagin.
Hon er sera væl egnað til brúkarar, har turr eygu er ein trupulleiki, tí hon er bygd upp soleiðis, at hon heldur vætuni í eyganum ein heilan dag. Serliga brúkarar, ið sita nógv við teldu ella sum halda til í einum turrum umhvørvi, kunnu fáa gleði av hesi linsuni.
Acuvue Oasys for Astigmatism kann nýtast í tvær vikur, har hon antin má úr eyganum hvørt kvøld at verða reinsað í einari serligari reinsivesku, ella kann hon nýtast sum døgnlinsa í eina viku, fyri síðani at verða burturbeind.
Hvussu leingi í senn, Acuvue Oasys for Astigmatism kann brúkast, er ymiskt. Fylg tí altíð ráðununum frá autoriseraða linsuoptikara tínum viðvíkjandi nýtslu og handfaring av linsum.