Eg havi ongantíð havt linsur áður?
 
Um tú ongantíð hevur havt linsur áður, mást tú fyrst av øllum fáa í lag eina avtalu við ein autoriseraðan linsuoptikara, ið kannar sjónina og sum finnur tað slag av linsum, ið hóskar best til eygu tíni og sum á bestan hátt rættar upp tann sjónarfeilin, sum tú hevur.
 
Út frá reseptini ella linsupakkanum, sum optikarin gevur tær, kanst tú bíleggja linsurnar frá Optika.
 
Tú mást ikki bíleggja nakað annað slag av linsum, uttan so, at optikarin hevur viðmælt hesar.
 
 

Er styrkin á linsunum og brillunum tann sami?
 
Jú hægri, styrkin á eygum tínum er, jú størri verður munurin á styrkini á linsum og brillum, tí at frástøðan til eygað á teimum er ymiskur.
 
Um tú ert í iva um, hvør styrkin er á eygunum, skalt tú fara til autoriseraðan linsuoptikara at fáa kannað sjónina.
 
 
 

Kann eg bíleggja aðrar linsur, enn tær, eg havi fingið viðmælt frá autoriseraða linsuoptikara mínum?
 
Tað er umráðandi, at tú heldur teg til tær linsur - bæði slag, styrki og stødd - sum tú hevur roynt og fingið góðkent frá autoriseraða linsuoptikara tínum.
 
Um tú hevur hug at royna okkurt annað slag ella styrki, mást tú seta teg í samband við ein autoriseraðan linsuoptikara.
 
 

Linsurnar hjá mær standa ikki í vøruskránni?
 
Optikaraketur í Danmark brúka ofta eitt annað navn til linsurnar. Hesar linsur eru tó aloftast vanligar linsur, sum eisini standa í vøruskránni hjá okkum.
 
Niðast á síðuna hjá finst ein listi yvir tey ymsu linsunøvnini hjá fyritøkunum.
 
Um tú ikki finnur tær linsurnar, sum tú brúkar, so send okkum ein teldupost, optika@optika.fo, og vit svara tær skjótast gjørligt.
 
 

Hvat er ein resept?
 
Ein resept lýsir, hvat linsumerki, tú skalt brúka, og eisini, hvørji parametrini skulu vera á linsunum (her verður hugsað um styrki, kúping og diametur).
 
Tann, ið skrivar linsureseptina til tín, er ein autoriseraður linsuoptikari.
 
Aftaná at hava gjørt sjónarroynd og mált bygnaðin av hornhinnuni, velur linsuoptikarin tær linsur, ið hóska best til eyguni. Hesin lærir teg eisini at fáa linsurnar í og úr eygununum og eftirkannar til seinast, at alt er, sum tað skal vera.
 
Tú hevur altíð rætt til at fáa reseptina útflýggjaða frá optikaranum, tí hon er persónlig.
 
 

Skal eg altíð hava eina resept hjá mær, tá ið eg bíleggi frá Optika?
 
Tú hevur tveir møguleikar, tá ið tú bíleggur linsur frá Optika.
Antin hevur tú eina resept, frá tá ið eyguni seinast vórðu kannað, ella brúkar tú tey dáta, sum standa á tínum gamla/seinasta linsupakka.
Í báðum førum er týdningarmikið, at tað ikki eru meira enn 1 ár síðani, at eygu og sjónarfeilur vórðu kannað.
Hetta viðmæla vit harðliga, so at tað slepst undan, at eyguni verða skadd av at brúka skeivar linsur.
 
Optika tekur ikki ábyrgdina av, um eyguni verða skadd orsakað av, at tú ikki hevur hildið teg til viðmælini frá optikaranum. Hesum játtar tú, tá ið tú setir ”flugubein” í boksina um treytir, tá ið tú sendir ordran til okkara. Annars fer ordrin ikki fram.
 
 

Kann eg bíleggja linsur út frá eini brilluresept?
 
Tað ber ikki til at keypa linsur út frá eini brilluresept. Hetta kemst av, at frástøðan til eyguni eru ymisk, tá ið talan er um brillur og linsur, og tí er munur á styrkini á brillum og linsum.
 
 

Hvussu ofta skal eg kanna eyguni?
 
Í Optika mæla vit til, at tú fært kannað eyguni eina ferð um árið - bæði styrkina og heilsuna - hjá einum autoriseraðum linsuoptikara. So kanst tú vera vís í, at eygu tíni eru sunn, og at tú brúkar tær røttu linsurnar, bæði tá ið tað snýr seg um styrki, linsuslag og tørv.
 
 

Hvar skal eg fáa eyguni kannað?
 
Um tú nýtur linsur frammanundan ella roynir linsur fyrstu ferð, er tað umráðandi at fáa eina tíð hjá einum autoriseraðum linsuoptikara. Hesin veit best, hvørjar linsur og hvør styrki hóska best til tíni eygu.
 
 
Nær fái eg vøruna?
 
Vanliga er vøran tær í hendi umleið eina til tvær vikur aftan á bílegging. Men av tí at allur postur kemur loftvegis, má atlit takast fyri, at leveringin kann verða seinkað av veðurlíkindum, tá ið flogfarið ikki fær sett seg í Føroyum.
 
 

Hvussu verður vøran send?
 
Tá ið vøran er komin til Føroya, verður hon sum skjótast send tær beinleiðis við Posta, har veitingartíðin er 1-4 dagar.
 
Um útberarin hjá Posta ikki fær latið tær sendingina, verður ein seðil lagdur í postkassan, har tað verður boðað frá, at pakkin hjá tær liggur á posthúsinum klárur at heinta.
 
Optika tekur ikki ábyrgd av seinkingum hjá Posta.
 
Í summum førum nýta vit aðrar útberingarhættir.
 
 

Hvussu nógv er flutningsgjaldið?
 
Flutningsgjaldið er 29 krónur.
 
Verður bílagt fyri meira enn 950 krónur, er flutningsgjaldið ókeypis.
 
Um ordrin skal sendast uttanlands, er postgjaldið 100 krónur – óansæð nøgdina.
 
 
Skal eg nýta linsuvesku til eindagslinsurnar hjá mær?
 
Tað er ikki neyðugt at nýta linsuvesku til eindagslinsurnar, tí tær skulu altíð beinast burtur um kvøldið og nýggjar linsur verða koyrdar í dagin eftir.
Tað ber til at skola linsurnar í veskuni, ið er í embalasjuni, sum linsan liggur í.
Tað er eisini skilagott at keypa sær saltvatn, ið er egnað til at skola linsur við, um okkurt rusk ella annað skal skolast burtur.
 
 

Sova við kontaktlinsum?
 
Tað ber einans til at sova við kontaktlinsum, ið eru gjørdar til tess. Hesar nevnast døgnlinsur og mugu bert nýtast, um ein hevur fingið tær viðmældar frá autoriseraðum linsuoptikara. Fylg altíð ráðunum frá hesum viðvíkjandi nýtslu og handfaring av linsunum. Gert tú ikki tað, kunnu eyguni í versta føri fáa álvarsligar sjúkur.
 
Hevur tú av óvart sovið við linsum, ið ikki vóru egnaðar til tess, kunnu linsurnar kennast turrar og ringar at hava í eyganum. Tá ið tær verða tiknar úr, er umráðandi, at tær ikki eru klíndar upp at eyganum. Um so er, eru ráðini at dropa saltvatn í eygað (bert saltvatn til linsur, tó ikki saltvatnssprey). Um tú ikki hevur saltvatn, so ber til at nýta reint vatn.
 
Best er at brúka brillur eina tíð aftaná og at fara til optikara ella eygnalækna, um tú fært ilt í eygað ella tey kennast óbehagilig.
Í teimum førum, har ein ikki hevur reinsuvesku hjá sær, ber til at leggja linsurnar í reint vatn. Men bert um ein við vissu hevur einar brillur hjá sær. Hetta tí, at linsurnar ikki mugu í eyguni, fyrr enn tær aftur eru reinsaðar við serligari reinsuvesku til kontaktlinsur.
 
 

Kann eg svimja við linsum?
 
Tað ber væl til at svimja í linsum.
Vit mæla til at brúka svimjubrillur, so at linsurnar ikki verða skolaðar úr eygunum, um tú av óvart hyggur tá ið tú ert undir vatninum.
Eisini er vatnið fult av kemikalium, ið linsurnar súgva í seg, og tað er ikki er gott fyri eyguni.
Best er at nýta eindagslinsur, ið verða beindar burtur aftaná at tú hevur svomið.
 
 

Linsan er uppturkað?
 
Linsan inniheldur vatn, og tað er vatnið, ið ger, at hon er bleyt.
Um so er, at hon ikki hevur ligið í reinsivesku, verður hon hørð og uppturkað.
Nert ikki við linsuna, tí hon kann brotna, men stoyt saltvatn ella reinsuvesku til kontaktlinsur (ikki brintoverilte-reinsivatn) á hana og bíða nakrar minuttir.
Tak hana varliga og legg hana í linsuveskuna.
Best er, um hon liggur í veskuni í minsta lagi 6 tímar, men aftaná ein tíma hevur hon fyri tað mesta fingið sítt upprunaskap aftur.
 

 

  
 
Summar optikara-ketur i Danmark kalla linsurnar hjá sær nakað annað, enn framleiðararnir gera. Tey nøvnini finnur tú her.
 
 
Optikara-ketur
Nøvnini hjá optikara-ketum
Nøvnini hjá framleiðarum
Profil Optik
Eye Q One-Day Aqua
Dailies Aqua Comfort Plus
Profil Optik
Eye Q 1-Day Premium
Proclear 1-Day
Profil Optik
Eye Q 24
Biofinity
Profil Optik
Eye Q Toric
Biomedics Toric
Profil Optik
Eye Q 24 Toric
Biofinity Toric
Profil Optik
Eye Q All-Day
Avaira
Profil Optik
EyeQ Premium 2
Proclear XC
Profil Optik
Eye Q Multifocal
Air Optix Aqua Multifocal
Synoptik
iWear 1 Day
Focus Dailies
Synoptik
iWear DD Comfort
Dailies Aqua Comfort Plus
Synoptik
iWear  XR Comfort
Air Optix Aqua
Synoptik
iWear DR Supreme Plus
Proclear XC
Synoptik
iWear DR Comfort Toric
Biomedics Toric
Synoptik
iWear Supreme
Biofinity
Synoptik
iWear XR Supreme Toric
Biofinity Toric
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Éndagslinse
Focus Dailies
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Opsys Daily
Focus Dailies
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision One Day
Focus Dailies
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision All Day All Night
Air Optix Night & Day Aqua
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Aquaeyes Monthly
Air Optix Night & Day Aqua
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Elite Monthly
Air Optix Aqua
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Irisian Monthly
Air Optix Aqua
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Irisian Toric
Air Optix for Astigmatism
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Irisian Multifocal
Air Optix Aqua Multifocal
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Elite One Day
Proclear 1 Day
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Premium One Day Toric
Biomedics 1 Day Toric
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Clarison Daily Toric
Biomedics 1 Day Toric
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Vusion Daily
Proclear 1-Day
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Opteyes Monthly
Biofinity
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Elite All Day All Night
Biofinity
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Opteyes Toric
Biofinity Toric
Louis Nielsen/Specsavers
Comfilcon (Dk-128) Toric
Biofinity Toric
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision All Day
Proclear Sphere
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Vusion Monthly
Proclear Sphere
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Vusion Multifocal
Proclear Multifocal
Louis Nielsen/Specsavers
Standard Toric
Frequency Xcel Toric
Louis Nielsen/Specsavers
Easyvision Premium One Day
SofLens Daily Disposable