Um okkum
Optika varð sett á stovn í august 2012.
Heidi Mohr hevur útbúgving sum optikari og hevur síðani tikið útbúgving sum optometrist, løggildugur linsuoptikari, góðkend av Sundhedsstyrelsen undir Danska Heilsumálaráðnum.
Eisini hevur Heidi Mohr drúgvar royndir sum optikari; 20 ára royndir innan optikk og linsur - bæði í Føroyum og í Danmark.
Netverk uttanlands
Fyritøkan hevur eitt breitt netverk uttanlands, og kann bjóða viðskiftafólkunum trygga og professionella tænastu.
Optika hevur avtalur við størstu linsuveitararnar, so sum Ciba Vision, Johnson & Johnson, Bausch & Lomb, Vision Care og Cooper Vision.
Hví gjalda meir?
Hesin linsu-nethandilin er fyrsti av sínum slag í Føroyum. Vit vilja, at tað skal bera til hjá føroyingum at spara pening við at bíleggja linsur umvegis ein føroyskan e-handil í mun til at keypa frá einum vanligum handli. Linsurnar eru tær somu, so hví gjalda meira?
Fyrimunurin er, at tú nú kanst bíleggja tær linsur alt samdøgrið - og ikki ert bundin av upplatingartíðum sum í vanligum handlum. Og harafturat koma linsurnar beint til dyrnar hjá tær.
Vit skulu vera bíligast á føroyska marknaðinum.
Tað er trygt at bíleggja umvegis e-handil okkara, og vit veita skjóta og góða tænastu.
Optika FA
Postsmoga 57
FO-100 Tórshavn
Telefon nr.: +298 510015
Teldupostur: optika@optika.fo
V-tal: 619825